Taka aftur ímóti ull í summar

Taka aftur ímóti ull í summar
Ullin, sum verður latin Búnaðarstovuni, verður avroknað eftir góðsku og skild í tveir góðskuflokkar
Ullin verður góðskumett og avroknað eftir góðsku á Búnaðarstovuni.
 
10.06.2026 - 15:10

Búnaðarstovan tekur aftur ímóti ull í summar, frá 9. juli til 22. august.

Ullin verður góðskumett og avroknað eftir góðsku. Hon skal vera turr, rein og nosslig og stungin í reinar posar.

Ullin verður skild í tveir góðskuflokkar, I. flokk og II. flokk.

Tøvd ull, hálsull o.tíl. verður avroknað í II. flokki. Somuleiðis verður ull við nakað av mosa og líknandi avroknað í II. flokki.

Fyri ull í I. flokki verða latnar 10 krónur fyri kilo, íroknað MVG.

Fyri ull í II. flokki verður latin hálv onnur króna fyri kilo, íroknað MVG.

Er veitarin ikki MVG-skrásettur, verður prísurin ávikavist átta krónur og ein króna og 20 fyri kilo.

Búnaðarstovan ger vart við, at orsakað av krøvum frá keyparum uttanlands, ber ikki til at taka ímóti ull longur enn til 22. august.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. juli
Veðrið
210792
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525