Manningin eigur ein fimting

Manningin eigur ein fimting
Skipara- og navigatørfelagið vil hava Fíggarmálaráðið at viðurkenna, at manningin á Jákupi Sverra hevur rætt til 20 prosent av samsýning
Jákup Sverri kannaði fyri Portugal í fjør vetur.
 
10.06.2026 - 06:35

Fasti gerðarrættur hevur fingið fýra mál í ár.

Felagið hjá fysioterapeutum vil hava Fíggjarmálaráðið at viðurkenna, at tímaløntir fysioterapeutar eiga rætt til eftirlønargjald.

Føroya arbeiðarafelag vil hava Starvsfelagið at viðurkenna, at trygdarfólkini á flogvøllinum eru í sáttmálaøkinum hjá Føroya arbeiðarafelagi.

Skipara- og navigatørfelagið vil hava Fíggarmálaráðið at viðurkenna, at manningin á Jákupi Sverra hevur rætt til 20 prosent av samsýningini, sum reiðaríið fekk fyri at nýta skipið í Portugal sum havrannsóknarskip í november og desember í fjør.

Og Starvsfelagið vil hava Kommunala arbeiðsgevarafelagið at viðurkenna, at skrivliga ávaringin, sum Nes kommuna gav starvsfólki í august í fjør, er ógildug.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. juli
Veðrið
210792
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525