Seta tiltøk í verk móti ísraelskum búsetingum á Vestara áarbakka

Seta tiltøk í verk móti ísraelskum búsetingum á Vestara áarbakka
Noreg, Frakland, Stórabretland, Kanada og Avstralia leggja ísraelsku stjórnina undir at geva loyvi til ólógligar búsetingar
Londini leggja ísraelsku stjórnina undir at geva loyvi til ólógligar búsetingar á Vestara áarbakka.
Mynd: Axios  
 
09.06.2026 - 15:38

Noreg, Frakland, Stórabretland, Kanada og Avstralia fara seta í verk revsitiltøk móti ísraelskum búsetingum á Vestara áarbakka.

Tað siga stjórnirnar í felags fráboðan.

Londini leggja ísraelsku stjórnina undir at geva loyvi til ólógligar búsetingar á Vestara áarbakka.

Eisini siga londini, at eingi revsirættarlig stig verða tikin, tá harðskapur verður framdur móti sivilum palestinum.

Noreg, Frakland, Stórabretland, Kanada og Avstralia viðurkenna øll Palestina sum stat. Tey ávara um, at fleiri revsitiltøk kunnu setast í verk, um Ísrael ikki tekur stig til at steðga harðskapinum. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. juli
Veðrið
210792
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525