Hanus heilsaði sjúku systur síni í sigursløtu

Hanus heilsaði sjúku systur síni í sigursløtu
Hanus Sørensen sendi eina heilsan til systur sína, sum stríðist við krabbamein, tá ið hann skoraði einasta málið í bronsudystinum í Baltic Cup ímóti Lettlandi
Hanus Sørensen sendi systur síni eina heilsan, tá ið hann skoraði sigursmálið í Riga
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF  
 
09.06.2026 - 22:54

 - Systir mín fer at basa krabbanum. Eg elski teg, Jóhild.

Heilsanina sendi Hanus Sørensen til systur sína, sum hevur krabbamein, beint eftir at hann hevði skorað einasta málið ímóti Lettlandi í Riga.

So gjørdi tað ivaleyst minni, at dómarin gav miðvallaranum gula kortið fyri at fara úr landsliðsblusuni.

Málið kom níggju minuttir fyri leiklok, og tryggjaði Føroyum sigurin í bronsudystinum í Baltic Cup. Innskifti Hanus Sørensen varð spældur ígjøgnum inni í brotsteiginum eitt sindur til vinstru og setti bóltin í málið umvegis málverjan.

Sigurin í seinnapartssólini var uppiborin, tí Føroyar høvdu reist seg eftir tapið fyri Estlandi leygardagin og var betra liðið, sjálvt um málmøguleikarnir ikki vóru so nógvir.

Teir flestu fullu tó til útiliðið, og Petur Knudsen var sera nær við at økja um leiðsluna í yvirtíðini, tá ið hann sendi eitt fríspark á stongina.

Beint eftir var fyrsti sigurin á lettum síðan 2016 veruleiki. Vit fara at minnast hann fyri eitt mál og eina heilsan.

 

LNK Stadion, Riga (Baltic Cup, bronsudystur)

Lettland - Føroyar, 0-1

0-1 Hanus Sørensen, 81 min.

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. juli
Veðrið
210792
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525