Watson til Íslands

Watson til Íslands
Paul Watson hevur boðað frá, at hann ætlar sær til Íslands í summar við skipinum Bandero at mótmæla hvalaveiðu
Hvalastingararnir, sum Watson og hansara fólk, søktu í 1986,
Mynd: Ólafur K. Magnusson  
 
25.05.2026 - 11:16

Paul Watson hevur boðað frá, at hann ætlar sær til Íslands í summar við skipinum Bandero at mótmæla hvalaveiðu.

Tiltakið nevnist Operation 86.

Tað var í 1986, at Watson og hansara fólk søktu tveir hvalastingarar í havnini í Reykjavík.

Sama árið samtykti altjóða hvalaveiðuráðið at seta forboð fyri vinnuligari hvalaveiðu.

Paul Watson sigur, at tað, sum hann byrjaði í 1986, ætlar hann at gera liðugt í ár.

So er spurningurin, um nakað verður at mótmæla.

Tí íslendska havstovan hevur ongan umsókn fingið um at sleppa at skjóta sildreka í summar, hóast kvotan er 134 hval.

Loyvt er eisini at skjóta 150 nebbafiskar.

Íslendska vaktar- og bjargingartænasta er fyrireikað til at taka móti Watson og hansara fólkum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. juli
Veðrið
210792
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525