Tekur trý til fýra ár at gera undirsjóvartunnil í Kalsoynna

Tekur trý til fýra ár at gera undirsjóvartunnil í Kalsoynna
Tunnilsloysnin verður ikki nógv dýrari enn ferjusamband, sigur Kristian Stórhamar, sum hevur drúgvar royndir við tunnilsarbeiði
Kristian Stórhamar hevur drúgvar royndir í tunnilsarbeiði.
 
21.05.2026 - 13:22

Ein undirsjóvartunnil millum Klaksvík og Syðradal verður góðar fýra kilometrar langur, og hann tekur trý til fýra ár at gera.

Tað metir Kristian Stórhamar, sum hevur drúgvar royndir við tunnilsarbeiði, og var eitt nú virkin í tunnilsbólkinum, sum arbeiddi við alternativari linjuføring til Suðuroyartunnilin. 

 Hann vísir á, at enn er bara talan um eitt hugskot, og neyðugt er at gera nærri kanningar, fyrst og fremst av jarðfrøðini. 

Men hugskotið er áhugavert - tí at síggja til er tunnilsloysnin ikki nógv dýrari enn ferjusamband, sigur Kristian Stórhamar.

 


Jacob Vestergaard, landsstýrsmaður, ætlar at kanna møguleikarnar at gera undirsjóvartunnil út í æsir, áðrenn nýggj kalsoyarferja verður boðin út.

 

Hann metir, at tunnilin fer at kosta einar 600 milliónir krónur. 

Í metingini hjá Kristiani Stórhamar er tó ikki sonevnda "váðaískoytið", sum Landsverk vanliga brúkar í sínum kostnaðarmetingum. Váðaískoytið er í summum førum upp til 40 prosent.

Leggja vit 40 prosent oman á 600 milliónir, so er prísurin 840 milliónir.

Mest áhugaverda linjuføringin er, sambært Kristiani Stórhamar, ikki meira enn góðar fýra kilometrar.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

21052026_Kalsoyartunnil_og_Storhamar

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558