Tórshavnar kamarkór kosið at vera besta kór

Tórshavnar kamarkór kosið at vera besta kór
Tórshavnar kamarkór vann virðislønina sum besta kór, tá kórstevna var hildin á Kambsdali í gjár
Hesi manna Tórshavnar kamarkór.
Mynd: Privat  
 
10.05.2026 - 10:13

Tórshavnar kamarkór vann virðislønina sum besta kór, tá kórstevna var hildin á Kambsdali í gjár.

17 kór og okkurt um 700 kórsangarar úr øllum landinum vóru við á stevnuni.

Íslendski Magnus Ragnarsson stjórnaði stóra felagskórinum, sum vandi fríggjakvøldið og í gjár.

Í gjár var konsert, sum eisini var kapping millum kórini. Kórini høvdu 7 minuttir í part at vísa, hvat tey hava arbeitt við í vetur. Dómsnevndin valdi Tórshavnar kamarkór, sum besta kór.

Tað er Bernharður Wilkinson, sum stjórnar Tórshavnar kamarkórið.

Á øðrum plássi kom Tarira, meðan Silvitni fekk ta triðju virðislønina.

Áhoyrararnir til konsertina fingu eisini høvi at atkvøða, hvat tey hildu vera besta kórið. Flest atkvøður fekk Gøtu kirkju ungdómskór við Símun Hammer sum dirigenti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458
Mánadag 8. juni
RagnarRokk: Baz Nicholls um Destructor
209095
Mánadag 8. juni
Morgunlestur mánadagur 8.juni 2026
209280