Vivian Motzfeldt fer upp í Demokraatit

Vivian Motzfeldt fer upp í Demokraatit
Grønlendski politikarin, Vivian Motzfeldt, sum fór úr Siumut í mars, fer upp í Demokraatit
Vivian Motzfeldt fór úr Siumut-flokkinum í marsmánaði, tá ið aðalstjórnin í Siumut gjørdi av, at flokkurin skuldi fara úr grønlendsku stjórnini.
Mynd: Sermitsiaq  
 
08.05.2026 - 18:52

Grønlendski politikarin, Vivian Motzfeldt, skiftir flokk og fer upp í Demokraatit.

Tað skrivar formaðurin í flokkinum og formaðurin í grønlendska landsstýrinum, Naalakkersuisut, Jens-Frederik Nielsen, á Facebook.

Motzfeldt er fyrrverandi grønlendskur uttanríkisráðharri.

Hon fór úr Siumut-flokkinum í marsmánaði, tá ið aðalstjórnin í Siumut gjørdi av, at flokkurin skuldi fara úr grønlendsku stjórnini.

- Hon hevur nógva vitan og drúgvar royndir, sum eru virðismiklar fyri arbeiðið hjá okkum, skrivar Jens-Frederik Nielsen.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458
Mánadag 8. juni
RagnarRokk: Baz Nicholls um Destructor
209095
Mánadag 8. juni
Morgunlestur mánadagur 8.juni 2026
209280