Miðnámsskúlalærari: Vitlíki má takast í álvara

Miðnámsskúlalærari: Vitlíki má takast í álvara
Lærarar skulu ikki spæla próvtøkupoliti, men undirvísingin og próvtøkuhugsanin má broytast, sigur Páll Isholm, miðnámsskúlalærari, nú vitlíki hevur gjørt innrás á skúlunum
Mynd: Tilvildarlig mynd  
 
08.05.2026 - 20:24

Páll Isholm, miðnámsskúlalærari, ræðist, um gongdin við vitlíki í miðanámsskúlunum ikki verður tikin í álvara. Undirvísingin og metingin av næmingunum má broytast, sigur Páll Isholm, føroysk-lærari og lærari í miðlakunnleika á Miðnámi á Kambsdali, sum í seinastu útgávu av Sosialinum hevur skrivað tíðargrein undir yvirskriftini "Vit og vitlíkið".

Tá tað ber til at snýta við vitlíki til próvtøkur, senda vit so longu í dag fólk, ið skulu eitast at hava hægri útbúgvingar, út við prógvum, sum kanska eru misvísandi?

Loysnin er tó ikki, at lærararnir og lærustovnarnir í størri mun átaka sær ein leiklut sum próvtøkupoliti. Heldur er tað sjálv undirvísingin og metingin av næmingunum, sum skal hugsast av nýggjum og broytast.

 

Hoyr meira í innslagi í útvarpstíðindunum:

1811754



Vitlíki verður eisini eitt evni í Vikuni, sum verður at hoyra í útvarpinum í morgin kl. 10.05.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458
Mánadag 8. juni
RagnarRokk: Baz Nicholls um Destructor
209095
Mánadag 8. juni
Morgunlestur mánadagur 8.juni 2026
209280
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 9. juni
Veðrið
209493
Mánadag 8. juni
Veðrið
209433
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359