Kinesiskur ríkisborgari tikin fyri fregnartænastuvirksemi í Noregi

Kinesiskur ríkisborgari tikin fyri fregnartænastuvirksemi í Noregi
Sambært norska kringvarpinum er talan um eina kvinnu, og fleiri eru skuldsett í málinum, sum ikki eru handtikin
PST, norska trygdarløgreglan.
 
08.05.2026 - 09:42

Norska trygdarløgreglan, PST, hevur handtikið ein kinesiskan ríkisborgara fyri at hava verið við í grovum fregnartænastuvirksemi.

Tað skrivar PST.

Sambært norska kringvarpinum, NRK, er talan um eina kvinnu, og fleiri eru skuldsett í málinum, sum ikki eru handtikin.

Løgreglan hevur gjørt húsarannsókn í Nordland og Innlandet, sigur Thomas Blom, løgregluadvokatur hjá PST, við norska kringvarpið.

- Atsóknin er grundað á illgrunan um, at eitt norskt skrásett felag hevur virkað sum skjól hjá einum almennum kinesiskum aktøri, sum hevur roynt at riggað ein móttakara til, ið kann taka niður dátur frá fylgisveinum í pólrásum, sum er hóskandi til at savna inn dátur.

 

Kunnu skaða norsk áhugamál

Dáturnar kunnu skaða grundleggjandi norsk áhugamál, um tær koma í hendurnar á einum fremmandum stati, sigur løgregluadvokaturin Thomas Blom.

Í hóttanarmetingini fyri 2025 vísir PST m.a. á Kina sum eina stóra fregnartænastuhóttan.

- Vit eru mál hjá Kina, orsakað av okkara landafrøðiligu staðseting, ávirkan á altjóða pallin, og tætta samstarv við USA, skrivar PST.

PST leggur aftrat, at týdningarmesta ávirkanarháttalagið framvegis er at keypa ognir nærhendis týðandi undirstøðukervi, hernaðarligar innleggingar ella undirstøðukervi, sum hevur hernaðarligan týdning.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458
Mánadag 8. juni
RagnarRokk: Baz Nicholls um Destructor
209095
Mánadag 8. juni
Morgunlestur mánadagur 8.juni 2026
209280