Biður Vørn leita eftir styggjarum

Biður Vørn leita eftir styggjarum
Grindamannafelagið heitir á Vørn um at kanna, um hvalastyggjarar eru aðra staðni við Føroyar enn í Hvannasundi
Hvalastyggjari í Hvannasundi.
 
07.05.2026 - 09:01

Grindamannafelagið heitir á Vørn um at kanna, um hvalastyggjarar eru aðra staðni við Føroyar enn í Hvannasundi.

Hvalastyggjarar vóru funnir í Hvannasundi fyri tíggju døgum síðani.

Vit vænta, at sama slag av útgerð er løgd út í øðrum firðum í Føroyum, sigur Grindamannafelagið. 

Tí heitir felagið á Vørn um at kanna, um hendan útgerð liggur á botni aðra staðni í Føroyum. 

Serliga verður hugsað um øki uttan fyri hvalvágirnar. 

Fráboðan um styggjararnar, sum vóru funnir sunnan fyri Hvannasund, var send politinum.

Sambært grindakunngerðini er ikki loyvt at seta upp skipanir, sum kunnu broyta atferð hjá 
hvali. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458
Mánadag 8. juni
RagnarRokk: Baz Nicholls um Destructor
209095
Mánadag 8. juni
Morgunlestur mánadagur 8.juni 2026
209280
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 9. juni
Veðrið
209493
Mánadag 8. juni
Veðrið
209433
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359