Vitlíki kann kasta pengar av sær, um tað verður brúkt skilagott

Vitlíki kann kasta pengar av sær, um tað verður brúkt skilagott
Nicolai Mohr Balle, stjóri í Talgildu Føroyum, heldur, at um vitlíki verður brúkt skilagott, so er væl hugsandi, at tað kann kasta pengar av sær. 
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.05.2026 - 17:25

"Vitlíki kann kasta pengar av sær, men enn eru nógv ivamál um, hvussu tað fer at raka," sigur Nicolai Mohr Balle, stjóri í Talgildu Føroyum, nú forkanning um vitlíki er gjørd

Fleiri enn 70 fólk umboðandi stovnar, fyritøkur, granskarar og annað, hava verið við í arbeiðnum.

Tey hava luttikið í seks arbeiðsbólkum, sum hvør høvdu ymis evni at viðgera.

Men arbeiðið er ikki liðugt enn, men í dag varð forkanningin løgd fram fyri teimum, sum hava verið við til at gera hana. Landsstýrið var eisini boðið við.

 

Heildarætlan gerast

Næsta stig er so at gera ein heildarætlan við boðum um ítøkilig stig at taka.

Og stjórin í Talgildu Føroyum hevur okkurt boð upp á ítøkilig stig, sum kunnu takast.

Í gjár varð boðað frá, at Talgildu Føroyar høvdu latið landsstýrinum forkanning um vitlíki.

Forkanningin er fyrsta stig, og seinri skal so ein heildarætlan gerast, har ítøkilig mál verða sett viðvíkjandi vitlíki í Føroyum.

 

Vitliki_Balle


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458
Mánadag 8. juni
RagnarRokk: Baz Nicholls um Destructor
209095
Mánadag 8. juni
Morgunlestur mánadagur 8.juni 2026
209280