WHO: Hantavirus herjar umborð á hollendskum reikferðaskipi

WHO: Hantavirus herjar umborð á hollendskum reikferðaskipi
Trý fólk eru deyð umborð á hollendska reikferðaskipinum MV Hondius, og minst ein teirra er deyður av hantavirus, sigur heimsheilsustovnurin, WHO
Hollendska reikferðaskipið MV Hondius, sum ikki sleppur til kaj í høvuðsstaðnum Praia
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
05.05.2026 - 15:05

Heimsheilsustovnurin, WHO, hevur í dag kunngjørt, hvat er hent á hollendska reikferðaskipinum MV Hondius, sum ikki sleppur til kaj í høvuðsstaðnum í Cap Verde, Praia.

Trý fólk eru deyð umborð, og minst ein teirra er deyður av hantavirus.

Stjórin í WHO, Maria Wan Kerkhover greiðir soleiðis frá støðuni umborð:

 

WHO

 

Sjey fólk sjúk

Vanliga stavar smittan frá mýs og rottum, men WHO staðfestir, at rottur eru ikki umborð.

Reiðaríið sigur, at smittan stavar frá einum ferðafólki, sum hevur ferðast í Suðuramerika, áðrenn viðkomandi kom umborð.

Sjey fólk av teimum 147 fólkunum umborð, íroknað manning, eru sjúk.

Tíverri eru trý teirra deyð. Ein sjúklingur er í viðgerð í Suðurafrika, og viðkomandi sjúklingur er í bata.

Tveir sjúklingar eru framvegis umborð og verða gjørdir klárir at senda til viðgerð í Hollandi, sigur stjórin í WHO, Maria Wan Kerkhover.


Maria Wan Kerkhover, stjóri í WHO (Mynd: Ritzau/Scanpix)
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458
Mánadag 8. juni
RagnarRokk: Baz Nicholls um Destructor
209095
Mánadag 8. juni
Morgunlestur mánadagur 8.juni 2026
209280