Heimsmetið hjá Sawe er ótrúligt

Heimsmetið hjá Sawe er ótrúligt
- Handan tíðin er heilt ekstrem, sigur Julian Gregersen um nýggja heimsmetið í maraton
 
29.04.2026 - 09:43

Ein tími 59 minuttir og 30 sekund.

So skjótt rann Sabastian Sawe maratonteinin, tá hann um vikuskiftið luttók í London maraton. Við hesi tíðini setti Sawe nýtt heimsmet.

Føroyska metið í maraton eigur Julian Gregersen úr Klaksvík við tíðini tveir tímar 21 minuttir og 30 sekund.

Sambært honum er nýggja heimsmetið í maraton næstan óveruligt.

- At síggja Sawe seta ferðina upp skjótari og skjótari var heilt ótrúligt, og tað var nakað heilt serligt at hyggja at, sigur Julian Gregersen, sum fylgdi við í renningini í beinleiðis sjónvarpi.

Sambært Julian Gregersen er hetta ein heilt serstøk hending.

- Hetta er kempi stórt, at hann slær tveir tímar markið, sum nógvir ítróttagranskarar fyrr hava sagt er ómøguligt, sigur Julian Gregersen og leggur afturat, at hetta fær maratonrennarar at trúgva uppá, at teir eisini kunnu forbetra sínar tíðir munandi.

Í morgunsendingini greiðir Julian Gregersen frá maratonrenning og nýggja heimsmetinum, umframt at hann roynir at renna við Sawe-ferð á rennibandi.

a_1360-5_SITE01
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Mikudag 16. september
Mono - Gissur Patursson - 160926 - 2. sending
213360
Mikudag 16. september
Skratsj 16. septembur 2026
213358
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221