Norðurlendskur umhvørvisfilmur frumsýndur í Løkshøll

Norðurlendskur umhvørvisfilmur frumsýndur í Løkshøll
Filmurin er um umhvørvisbroytingar í fýra norðurlendskum lokalsamfeløgum í Danmark, Svøríki, Noregi og í Føroyum
 
28.04.2026 - 11:29

Í kvøld verður filmurin "Eldurin, vatnið, jørðin, luftin" frumsýndur í Løkshøll í Runavík.

Filmurin er um umhvørvisbroytingar í fýra norðurlendskum lokalsamfeløgum í Danmark, Svøríki, Noregi og í Føroyum.

Umhvørviskreppa merkist í gerandisdegnum, og týdningarmesta tilbúgvingin er grannalagið. 

Filmurin, sum er ein kreativur heimildarfilmur, er samstarv millum fýra leikstjórar.

Føroyski leikstjórin er Rógvi Rasmussen, og hann vitjaði í Morgunsendingini í morgun:

 

28042026_Rogvi

 


Rógvi Rasmussen.

 

Eftir sýningina verður orðaskifti undir heitinum "Hvat nú?" millum Ingilín D. Strøm, fyrrverandi landsstýriskvinnu í umhvørvismálum, Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinnu í heilsu- og orkumálum, og Biritu F. Kjærbæk, næstforkvinnu í Føroya Náttúru- og umhvørvisverndarfelag, FNU. 

6. mai verður filmurin sýndur í Havnar Bio.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938