Hava møguleika at knýta Føroyar í nýggjan samskiftiskaðal

Hava møguleika at knýta Føroyar í nýggjan samskiftiskaðal
Kaðalin skal leggjast millum Ísland og Skotland, og skal kallast upp eftir Auður hini djúphugaðu, sum steðgaði á í Føroyum á veg til Íslands
Kristian Reinert Davidsen er samtaksstjóri í Føroya Tele.
 
27.04.2026 - 13:09

- Føroyar hava møguleika at knýta seg upp í nýggja samskiftiskaðalin, sum íslendingar ætla at leggja millum Ísland og Skotland.

Tað sigur Kristian Reinert Davidsen, samtaksstjóri í Føroya Tele.

- Men málið er nýtt, og tað veldst eisini um, hvørjar treytirnar eru, sigur hann.

 


FARICE-kaðalin røkkur úr Íslandi um Føroyar til Skotlands. (Mynd: Isat)

 

Fríggjadagin visti íslendska kringvarpið RÚV at siga, at felagið FARICE, sum íslendska ríkið eigur, arbeiðir við at gera ein nýggjan samskiftiskaðal millum Íslands og Skotlands.

Nýggi kaðalin skal ætlandi eita Auður. Nanvið kemur frá Auður hini djúphugaðu, sum er kend úr Føroyingasøgu. Hon steðgaði á í Føroyum á vegnum til Íslands.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

27042026_Kadal_og_Kristian

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458
Mánadag 8. juni
RagnarRokk: Baz Nicholls um Destructor
209095
Mánadag 8. juni
Morgunlestur mánadagur 8.juni 2026
209280
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 9. juni
Veðrið
209493
Mánadag 8. juni
Veðrið
209433
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359