Nýggj tíðindasíða rikin av vitlíki

Nýggj tíðindasíða rikin av vitlíki
Punktum.fo brúkar vitlíki til at gera stuttar tíðindatekstir um tað, ið rørir seg heima og útheiminum.
 
23.04.2026 - 11:00

Ein nýggj føroysk tíðindasíða, Punktum.fo, hevur sum mál at gera tað lættari hjá fólki at fylgja við tíðindum uttan at brúka ov nógva tíð. Síðan leggur dent á stuttar og greiðar samandráttir av aktuellum tíðindum, bæði úr Føroyum og útheiminum.

Aftanfyri verkætlanina standa Heini Festirstein og Eyðstein Johannesen, sum vilja gera upp við long og fløkt tíðindaskriv. Eisini vilja teir menna føroyska vitlíkismálið. Við hjálp frá vitlíki verða tíðindi savnað úr álítandi keldum og endurgivið á ein einfaldan og lættlesiligan form.

Eisini ber til at hoyra allar greinar. Hetta ger tað møguligt hjá brúkarum at lurta eftir tíðindum, tá teimum hóvar.

Sambært stovnarunum er gjøgnumskygni týdningarmikið, og tí eru keldurnar altíð sjónligar.

Morgunsendingin prátaði við Heina Festirstein og Eyðstein Johannesen. Samrøðan kann hoyrast her:

a_1348-5_SITE01
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458
Mánadag 8. juni
RagnarRokk: Baz Nicholls um Destructor
209095
Mánadag 8. juni
Morgunlestur mánadagur 8.juni 2026
209280