Tónleikasambandið fingið nýggja forkvinnu

Tónleikasambandið fingið nýggja forkvinnu
Jenný A. Kragesteen er nýggj forkvinna í Tónleikasambandi Føroya. Hon loysir Dánjal á Neystabø av, ið hevur verið formaður síðani 2022, men sum ikki stillaði uppaftur
 
16.04.2026 - 11:41

Tónleikasamband Føroya hevði ársaðalfundur í Perluni í Tórsgøtu í Havn í gjár, og millum annað var val til starvsnevndina á skránni.

Formaðurin síðani 2022, Dánjal Dam á Neystabø, stillaði ikki uppaftur, og tað gjørdi Marianna W. Nagata heldur ikki. Hon hevur sitið í nevndini hjá Tónleikasambandinum síðani 2023. 

Hini í starvsnevndini eru Siri Súsonnudóttir Hansen, ið hevur sitið í nevndini síðani 2023, og Rókur Jákupsson og Tróndur Bogason, sum báðir blivu valdir í nevndina í fjør. Hesin hava øll eitt ár eftir av sínum valskeiði. 

 

Jenný nýggj forkvinna

Tey, sum vóru vald í starvsnevndina, vóru Jenný A. Kragesteen og Jón Klæmint Hofgaard. Sigmundur Zachariassen varð valdur tiltakslimur.

Nevndin skipaði seg eftir aðalfundin og nýggja nevndin er sostatt:

Jenný A. Kragesteen, forkvinna
Rókur Jákupsson, kassameistari
Jón Klæmint Hofgaard, skrivari
Siri S. Hansen, nevndarlimur
Tróndur Bogason, nevndarlimur

Marianna W. Nagata fer í fyrsta syftu, at halda framm í starvinum sum samskipari hjá Tónleikasambandinum. 

 

FMA, Spæl føroyskt og Økistónar

Sambært fundarfrásøgnini, so møttu limafeløgini væl upp, og Dánjal Dam á Neystabø, ið hevur verið formaður síðani 2022, greiddi frá farna virksemi sambandsins, umframt komandi visjónir, sum nevndin hevur gjørt sær.

Fyrrverandi nevndin hevur fingið sera nógv av skafti seinastu árini. Hon hevur fingið eina játtan á fíggjarlógini, sum er hækka tvær ferð, eftir tørvi.

Nevndin hevur samskipað FMA, Spæl føroyskt og hevur fingið í lag nýggja stuðulsskipan, Økistónar, til konsertfyriskiparar, umframt at umsita skipanina. 

 

Orðaskiftir og løgfrøðilig hjálp

Afturat dagliga rakstrinum og umboðanini av limafeløgunum og føroyskum tónleiki her heima og uttanlanda, hevur nevndin m.a. skipað fyri orðaskiftum um eitt nú vitlíki, javnstøðu og politikk, upp til løgtingsvalið.

Og nú ber til hjá limafeløgunum, at leita sær løgfrøðiliga hjálp, við at venda sær til Tónleikasambandið.

Nevndin hevur eisini sett gransking í verk, sum skal hjálpa at kortleggja tónleikaumhvørvið, soleiðis at Tónleikasambandið framhaldandi kann ráðgeva mynduleikum, sum ynskja at virka tónleikinum at frama.

Nevndin situr í dag í fleiri ráðum og nevndum, sum eitt samlað umboð fyri tónleikin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112