Havstreymurin í Atlantshavinum viknar skjótari enn áður hildið

Havstreymurin í Atlantshavinum viknar skjótari enn áður hildið
Nýggj fronsk gransking vísir, at havstreymurin í Atlantshavinum viknar skjótari og meira enn áður hildið
Mynd: Shutterstock.com  
 
16.04.2026 - 15:20

AMOC-havstreymurin, sum er streymskipanin, sum røkkur um alt Atlantshavið, viknar skjótari og meira enn áður hildið.

Tað vísir nýggj fronsk gransking, skrivar the Guardian.

Áður hevur verið víst á, at havstreymurin viknar. 

Men nýggja granskingin sigur, at streymurin viknar mest sannlíkt millum 42 og 58 prosent í hesi øldini. 

 

Vanlukkuligar avleiðingar

Havstreymarnir vikna sum avleiðing av, at tað gerst alsamt heitari í Arkis, orsakað av alheimsupphitingini.

Granskarar siga úrslitið vera sera álvarsamt, tí hetta kann hava vanlukkuligar avleiðingar við sær fyri Evropa, Afrika og Amerika, skrivar the Guardian.

- Við støði í granskingini, verður tað sostatt nógv kaldari um okkara leiðir. 

 

Síggja ikki ábendingar við Føroyar

Men torført er at siga, hvussu nógv kaldari tað kann gerast, sigur Karin Margretha Húsgarð Larsen, havfrøðingur og deildarleiðari á Havstovuni:

Havstreymur_1

Havstovan sær tó í løtuni ongar ábendingar her við Føroyar um, at streymurin viknar so skjótt, sigur Karin Margretha Húsgarð Larsen:

Havstreymur_2

Men broytingar í havstreyminum skulu takast í álvara, leggur deildarleiðarin á Havstovuni dent á.

Havstreymur_3


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112