Friður í Libanon er ein treyt fyri friðartingingarnar millum Iran og USA

Friður í Libanon er ein treyt fyri friðartingingarnar millum Iran og USA
Skal nakað spyrjast burtur úr friðartingingunum millum Iran og USA, so er friður í Libanon ein treyt, sigur pakistanski uttanríkisráðharrin Ishaq Dar
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
16.04.2026 - 15:14

Pakistanski uttanríkisráðharrin Ishaq Dar sigur í dag, at friður í Libanon er ein treyt fyri friðartingingarnar millum Iran og USA.

Samstundis leggur hann dent á, at Libanon framvegis er fevnt av avtaluni um vápnahvíld millum USA og Iran, sum ósemja annars hevur verið um millum partarnar.

Ishaq Dar leggur aftrat, at USA og Iran eru sinnað at halda fram við tingingunum, men nýggjur fundur er ikki avtalaður enn.

Sambært altjóða greinaranum hjá TV2, Kristian Mouritzen, hevur friður í Libanon týdning, tí friðurin har er partur av eini rakett í trimum stigum, sum skal normalisera viðurskiftini við Iran.

 

Libanon_Kristian_Mouritzen


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112