Føroyar hava innflutt fyri nærum 11 milliardir krónur seinasta árið

Føroyar hava innflutt fyri nærum 11 milliardir krónur seinasta árið
Innflutningsvirðið hjá matvørum vaks 11,3 prosent. Brennievni kostaðu 7,6 prosent minni, men hetta var áðrenn, USA leyp á Iran
Tilvildarlig savnsmynd
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16.04.2026 - 10:12

Føroyar innfluttu fyri nærum 11 milliardir krónur frá mars í fjør til februar í ár.

Tað eru 712 milliónir krónur, 6,9 prosent, meira enn frá mars 2024 til februar 2025, skrivar Hagstovan.

Innflutningsvirðið hjá matvørum vaks 11,3 prosent.

Brennievni kostaðu 7,6 prosent minni. Men hetta var áðrenn, USA leyp á Iran.

 

 

Útflutningurin størri

Útflutningur var størri enn innflutningurin.

Hann var 13,7 milliardir krónur, vøksturin er 1,4 milliardir krónur.

Seks lond keypa fiskavørur fyri yvir eina milliard krónur um árið úr Føroyum. 

Tey eru USA, Danmark, Spania, Bretland, Niðurlond og Russland.

Útflutningurin til Russlands minkaði tó 91 milliónir krónur sammett við 2024-2025.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112