Miðstaðarætlan fyri Kollafjørð samtykt

Miðstaðarætlan fyri Kollafjørð samtykt
"Hetta er eitt stórt framstig fyri Kollafjørð," sigur Anja Weyhe, forkvinna í byggi- og býarskipanarnevndini í Tórshavnar Kommunu, nú miðstaðarætlan er samtykt fyri Kollafjørð
 
15.04.2026 - 12:15

Kollafjørður, Føroya longsta bygd, sum í løtuni í stóran mun er ein gjøgnumgangandi vegur, fær nú ein savnandi miðstað. 

 


Mynd : Bjarni Árting Rubeksen

 

Síðsta hond verður nú løgd á fyrireikingarnar at bjóða út nærum 6.000m2 av lendi á Lygnesi út til raðhúsa- og íbúðarbygging í Kollafirði, sum partur av eini størri miðstaðarætlan á Lygnesi

Verkætlanin var samtykt í byggi- og býarskipanarnevndini í Tórshavnar kommunu fyrr í vikuni, og talan er um nógvar íbúðir sum skulu byggjast.

 


Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

 

"Hetta er eitt stórt framstig fyri Kollafjørð, tí tað er tørvur á at fáa fleiri bústaðir í Kollafirði, og verkætlanin hevur stóran týdning fyri menningina í bygdini," sigur Anja Weyhe forkvinnan í byggi- og býarskipanarnevndini. 

 

Midstadaraetlan_i_Kollafirdi

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112