Forkvinnan í Heilsuhjálparafelagnum fegnast: "Okkara ynskir eru hoyrd"

Forkvinnan í Heilsuhjálparafelagnum fegnast: "Okkara ynskir eru hoyrd"
Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya, fegnast um, at fleiri av teirra ynskjunum áðrenn valið, eru vorðin partur av samgonguskjalinum
Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
15.04.2026 - 17:40

- Týdningurin av fakfeløgum verður viðurkendur í samgoguskjalinum.

Tað sigur Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya, sum fegnast um, at fleiri av ynskjunum áðrenn valið, eru vorðin partur av nýggja samgonguskjalinum millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin. 

Nøkur av teimum ynskjunum sum Heilsuhjálparafelagið fegnast um, er eitt nú, at samgongan vil virka fyri, at fleiri velja størv í umsorganar- og røktarøkinum.

 

Stutta arbeiðsvikan enn ein møguleiki

Eisini verður tað í samgonguskjalinum latið upp fyri, at man í samráðingum við fakfeløg eigur at verða opin fyri møguleikanum at stytta arbeiðsvikuna.

At stytta arbeiðsvikuna var tó eisini ásett í samgonguskjalinum hjá undanfarnu samgongu, men forkvinnan í Heilsuhjálparafelagnum vónar, at orðingin hesaferð verður til veruligar broytingar, tí tørvurin er stórur á heilsu- og umsorganarøkinum.   

Lagt verður eisini upp til, at styrkja samstarvið millum arbeiðsgevarar, fakfeløg og myndugleikar í sonevnt trípartasamstarv. 

 

Ætlan at pilka við verkfalsrættin

Tað er tó ikki alt sum tey fegnast.

Í samgonguskjalinum er eisini ásett, at samgongan í samráðingum við fakfeløg skal gera skipanir, sum fyribyrgja, at lív og heilsa koma í vanda undir verkfalli.

Men tað fellur ikki í góða jørð hjá forkvinnuni í Heilsuhjálparfelagnum.

 

12052025_Mary_Antonsdottir


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112