Eingin avtala millum USA og Iran

Eingin avtala millum USA og Iran
Tað eydnaðist ikki USA at endurreisa iranska álitið á USA í friðarsamráðingunum millum londini í Pakistan
 
12.04.2026 - 11:29

Tað eydnaðist ikki USA at endurreisa iranska álitið á USA í friðarsamráðingunum millum londini í Pakistan. Samráðingarnar endaðu úrslitaleysar, og amerikonsku og iransku sendinevndirnar eru farnar úr Pakistan.

Mohammad Baqer Qalibaf, sum er leiðari fyri iranska tjóðartingið, skrivar á miðlinum X, at Iran einki álit hevur á USA, og sigur, at Iran kom við framskygdum átøk undir samráðingunum.

- USA hevur skilt iranska logikkin og iransku sjónarmiðini, og stundin er komin til, at tey taka støðu til, um tey kunnu vinna álit okkara ella ikki, skrivar Qalibaf á X.

Qalibaf var partur av sendinevndini hjá Iran undir samráðingunum.

Misálit og ivi

Uttanríkisráðið í Iran sigur, at USA skal halda seg frá at seta "ov stór krøv".

Tað var ongantíð væntað, at USA og Iran fóru at gera avtalu beinanvegin, sigur iranski talsmaðurin, Esmail Baghaei, sambært BBC.

Hann leggur afturat, at samráðingarnar fóru fram í "eini sterkari kenslu av misáliti, illgruna og iva" eftir meira enn 40 dagar í kríggi og stutt eftir vápnahvíld.

- Vit áttu ikki frá byrjan at væntað, at vit kundu fáa semju á einum fundi. Eg haldi ikki, at nakar hevði slíkar væntanir, sigur Baghaei við almenna iranska Student News Network.

Hann leggur tó afturat, at "diplomatiið endar ongantíð", skrivar BBC.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112