Miriam og Rúni framvegis einaráðandi

Miriam og Rúni framvegis einaráðandi
Sigursrøðin hjá Miriam í Grótinum og Rúna Øster vaks, tá tey aftur vunnu einstaklingafinalurnar í føroyameistarakappingini í badminton
Mynd: Badmintonsamband Føroya  
 
11.04.2026 - 19:36

Miriam í Grótinum og Rúni Øster prógvaðu, at tey eru bestu badmintonspælarar í Føroyum, tá tey vunnu einstaklingafinalurnar í badminton, sum vóru til Kontrast FM á Hálsi í Havn.

Miriam í Grótinum hevur nú vunnið allar finalurnar síðan 2022 - fimm í tali - meðan Rúni Øster vann sóna triðju finalu upp í slag.

Mia Thorkildshøj hevði vunnið í tvíburðasystrini Sannu í hálvfinaluni, men hevði ilt við at bjóða Miriam í Grótinum av hóast glottar vóru at hóma viðhvørt. Til tað var Miriam í Grótinum ov sterk og vælspælandi á degnum og vann 2-0.

Christian Berg Petersen skuldi eins og seinasta ár royna seg ímóti Rúna Øster, men úrslitið gjørdist lítið øðrvísi. Føroyameistarin var sera væl upplagdur, og avbjóðarin hevði ikki nóg mikið at svara aftur við, og tapti stórt í báðum settunum.

Rúni Øster og MIriam í Grótinum vunnu eisini blandaðan tvímansleik á Miu Thorkildshøj og Asbjørn H. Olsen og hvør sína finalu í tvímansleiki við ávíkavist kvinnum og monnum.

Miriam í Grótinum vann saman við Birnu Jacobsen á Miu og Sannu Thorkildshøj í einum spennandi trísettara, meðan Rúni Øster og Magnus Dal-Christiansen knógvaðu Jónas Djurhuus og Árant á Mýrini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112