Ronja: Eg dugi betur at seta orð á mínar kenslur á føroyskum

Ronja: Eg dugi betur at seta orð á mínar kenslur á føroyskum
At tónleikur er komin til 21 ára gomlu Ronju Rasmussen er ikki av tilvild, tí hann hevur altíð hevur fylt nógv heima hjá teimum. Tey eru sjey systkin, og øll spæla ljóðføri.
 
10.04.2026 - 11:21

Hóast Ronja framvegis er eitt lutfalsliga nýtt navn á føroyska tónleikapallinum, er tað ein sannroynd, at hon longu hevur vunnið sær nógvar fjepparar.

Ikki minst tekstirnir, sum mangan eru inniligir og beinraknir, tala til fólk.

Í sanginum Mandarinir syngur Ronja. "Lær tykkara synir ikki at nerta við mandarinir, sum ei eru teirra."

Í hesum føri ímynda mandarinirnar gentur, men Ronja hevur tó ikki so góðan hug at tulka tekstin í smálutir.

- Tað sleppur lurtarin sjálvur at gera.



Hon byrjaði á barnaárum at spæla ukulele. Í grundini eitt gott hugskot, heldur hon, tí gittarin er so krevjandi, tá tú byrjar.

Tey flestu spæla tónleik hjá øðrum tey fyrstu árini, men so var ikki hjá Ronju.

Hon fór tíðliga undir at gera egið tilfar. Fyrst á enskum, men í seinastuni hevur tað føroyska vunnið á tí enska.

Á onkran hátt er tað lættari  at siga tað, ein hugsar á føroyskum, heldur Ronja.

Hon ásannar eisini, at lurtarin tekur føroysku sangirnar til sín á ein annan hátt, tá sungið verður á egnum máli.



Rona hevur í løtuni eina konsert á plakatuni. Hon verður í Oy fríggjakvøldið 17. apríl.

Tað hevði tó verið løgið, um henda bjarta stjørnan á føroyska tónleikapallinum ikki verður javnan at hoyra í framtíðini.



Hvat: Beinleiðis úr Studio 5
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Fríggjamorgun kl. 9.05 og tá tað passar tær á KVF Ljóð
Hesa ferð: Ronja


 
1805924



 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112