Mæla frá at flyta til Grindavíkar

Mæla frá at flyta til Grindavíkar
Grindavíkarnevndin mælir frá at flyta aftur til býin, fyrr enn tilbúgvingin í sambandi við eldgos, jarðskjálvtar og vatnflóð er klár
Grindavík, sum liggur á Reykjanesi, fekk fyri tveimum árum síðani stóran skaða av eldgosi og jarðskjálvta.
Mynd: Morgunblaðið (savnsmynd)  
 
10.04.2026 - 20:38

Nevndin fyri Grindavík mælir barnafamiljum frá at flyta aftur til býin, fyrr enn tilbúgvingin í sambandi við eldgos, jarðskjálvtar og vatnflóð er klár.

Grindavík, sum liggur á Reykjanesi, fekk fyri tveimum árum síðani stóran skaða av eldgosi og jarðskjálvta.

Grindavíkar-nevndin legði í dag fram ætlan fyri, hvussu Grindavík kann endurreisast, og mælir til, at myndugleikar áseta vandaøki á Reykjanesi.

Eisini skal undirstøðukervi, - tvs. streymveiting, vatnveiting, kloakk og samskifti, gerast trygt, umframt nýggj vatngoymsla. 

- Grindavíkar kommuna skal ikki sjálv rinda fyri endurreisingina, - tað almenna eigur at rinda ein part eisini, sigur nevndin.

Mælt verður eisini til at skipa fyri tiltøkum og tænastum, sum kunnu styrkja og menna sosiala sambandið millum gríndavíksingar aftur, og at peningastovnar skulu vera sinnaðir at veita íbúgvunum lán til at keypa og umvæla ognir í býnum, skrivar íslendska kringvarpið.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112