Ivi um grundarlagið fyri vápnahvíldini

Ivi um grundarlagið fyri vápnahvíldini
Eftir vápnahvíldina hevur Ísrael framt umfatandi álop á Libanon, har í minsta lagi 254 fólk hava latið lív
Ísrael sigur, at Libanon er ikki fevnt av vápnahvíldini við Iran, og heldur fram
Mynd: Kawnat Haju/AFP/Ritzau Scanpix  
 
09.04.2026 - 09:00

Síðani vápnahvíldin millum USA og Iran varð undirskrivað, hevur ivi verið um grundarlagið, sum hon byggir á.

Eftir vápnahvíldina hevur Ísrael framt umfatandi álop á Libanon, har í minsta lagi 254 fólk hava latið lív, sambært Libanon. 

Ísrael og USA siga, at Libanon hevur ongantíð verið fevnt av vápnahvíldini. Men Iran og Pakistan, sum hevur verið meklari í samráðingunum, eru ósamd um hesa útsøgnina.

Á sínum egna miðli hevur Donald Trump eisini funnist at The New York Times og CNN, sum hann sigur hava skrivað um eina "falska ætlan í 10 punktum", sum hann sigur ikki er partur av samráðingunum. 

Í ætlanini, sum amerikanskir miðlar hava skrivað um, varðveitir Iran sín rætt at ríka uran.

Fjølmiðlarnir vísa aftur, at tíðindini um ætlanina í 10 punktum eru skeiv.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112