Eingi tekin um oljuflutning í Hormuzsundinum

Eingi tekin um oljuflutning í Hormuzsundinum
Høvuðsorkuráðgevin hjá Gulf Oil sigur, at tað ganga fleiri vikur, áðrenn vanli skipaferðsla verður aftur í sundinum
Eingi tekin eru um, at olkjuflutningurin í Hormuzsundinum er tikin uppaftur.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
09.04.2026 - 09:24

- Í løtuni eru eingi tekin um, at meira ráolja fer úr Hormuzsundinum, meðan vápnahvíld er.

Tað sigur Tom Kloza, sum er høvuðsorkuráðgevi hjá amerikanska oljufelagnum Gulf Oil, við CNN.

- Tað er einki, sum bendir á, at sundið letur upp aftur, og hetta tykis vera ein skroypilig vápnahvíld, sigur Tom Kloza.

- Nógv bendir á, at tað fara at ganga vikur, áðrenn vit síggja eini 50 ella 70 prosent av vanligu ferðsluni í Hormuzsundinum, sum vit eru bundin av.

Hann sigur, at bert ein lítil nøgd av olju fer úr økinum í løtuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112