Dan Olsen skal opna Sandin á G!

Dan Olsen skal opna Sandin á G!
Dan Olsen, við øllum teimum mongu útvarpshittunum, kemur at spæla á G! festivalinum í ár, og tað verður fyrstu ferð, at Dan Olsen spælir í Føroyum síðani 2015
Dan Olsen flutti fyri 10 árum síðani til London við gittaranum á rygginum. Nú kemur hann aftur at spæla á G!
 
07.04.2026 - 11:42

"Kendasta føroyska poppstjørnan, tú ikki kennir," staðfestir G! festivalurin, nú hann kunngerð, at Dan Olsen kemur at spæla á festivalinum í summar.

Okkurt er um tað, tí seinast Dan Olsen, sum hevur basu í London, spældi konsert í Føroyum var í 2015. 

Tað heldur G! festivalurin vera løgið, tá føroyska poppfyirbrigdið, við basu í London, nærum hevur verið at hoyrt í útvarpinum dagliga síðani tá.

 

Opnar Sandin 

Dan Olsen fær heiðurin at opna Sandin á G!, ið vil siga, at hann spæla fyrstu konsertina á Sandinum hósdagin 16. juli. Í fjør fall tann heiðurin Beini í lut. 

Í sambandi við útgávuna av sanginum "Milestones" í desember, skrivaði Dan Olsen, at tað eru 10 ár síðani, at hann flutti til London við gittaranum á rygginum uttan at kenna eina sál 

"Og í dag, tá eg líti aftur á tær hundraðtals konsertirnar, eg havi spælt, øll mílini, eg havi ferðast, og alt, ið eg havi lært, so kennist tað óveruligt." 

 

Hvat: G! festivalurin
Hvar: Syðrugøtu
Nær: 16.-18. juli


Higartil kunngjørd tónleikanøvn:

Clickhaze (FO)
Oliver Tree (US)
Ásgeir (IS)
Frændur (FO) 
Fantastic Negrito (US)
Guðrið Hansdóttir (FO)
Silvurdrongur (FO)
Moyka (NO)
Lea Kampmann (FO)
Irah (UK)
Elinborg (FO)
Jerub (UK)
Tunghoyrt (FO)
Collignon (NL/PO)
Orkesta Mendoza (MX)
AySay (DK)
Sakaris (FO)
Døgg Nónsgjógv (FO)
Marianna Winter (FO)
Lynks (UK)
Alterne (DK/ES/BE)
Urbanus (FO)
Bolstad (FO)
Duo Ruut (ES)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112