Valini fíntald í dag og mánadagin

bannari
Valini fíntald í dag og mánadagin
Á tveimum listum eru bara tríggjar atkvøður, sum avgera, hvør er valdur á løgting, og hvør er varafólk. Atkvøðurnar verða fíntaldar í næstum
Malan Johansen, forkvinna í løgtingsvalnevndini og fólkatingsvalnevndini, er eisini veljari
Mynd: Jógvan Jákupsson  
 
28.03.2026 - 12:20

Týsdagin var fólkatingsval, og hósdagin var løgtingsval. Tað gekk rímuliga væl at telja upp, og valstøðini vóru liðug at telja nakrar tímar eftir, at atkvøðugreiðslan endaði.

Men atkvøðuseðlarnir skulu eisini fínteljast. Malan Johansen er forkvinna bæði í fólkatingsvalnevndini og í løgtingsvalnevndini.

Gildar og ógildar atvøður
Tað kann hugsast, at fínteljingin kann ávirka, hvør ið sleppur at taka sæti á tingi. Á listanum hjá Sambandsflokkinum eru bara tríggjar atkvøður á muni millum Johan Dahl, sum er valdur, og Magna Højgaard, sum er fyrsti varafólk.

Tað sama er á listanum hjá Tjóðveldi. Har eru eisini tríggjar atkvøður á muni millum Jóhan Christiansen, sum er valdur, og Eirik í Jákupsstovu, sum er fyrsti varafólk.

Malan Johansen sigur tó, at fínteljingin ikki plagar at flyta nógvar atkvøður.

Hoyr innslag úr útvarpstíðindunum.

 

1803576

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112