Viðmerkjari: Uppgerð millum vinstra og høgra

Viðmerkjari: Uppgerð millum vinstra og høgra
Framgongdin hjá Fólkaflokkinum á løgtingsvalinum er tann sama sum afturgongdin hjá Javnaðarflokkinum, sigur Jóannes Eidesgaard
Forfólkini í sjónvarpsstovuni í gjárkvøldið, tá úrslitið av løgtingsvalinum var greitt.
 
27.03.2026 - 13:40

Úrslitið av løgtingsvalinum í gjár vísir eina uppgerð millum høgra og vinstra.

Tað heldur Jóannes Eidesgaard, politiskur viðmerkjari.

Hann vísir á, at framgongdin hjá Fólkaflokkinum var tann sama sum afturgongdin hjá Javnaðarflokkinum.

 


Jóannes Eidesgaard.

 

Fólkaflokkurin fekk tríggjar tingsessir aftrat, og hevur nú níggju. Javnaðarflokkurin hevði níggju tingsessir, og misti tríggjar á løgtingsvalinum.

Virðispolitikkurin hevur eisini verið avgerandi, heldur Jóannes Eidesgaard.

Málið um Suðuroyartunnilin gjørdi, at Javnaðarflokkurin fekk eitt sera gott val í Suðuroy, men tað gekk nógv verri norðanfjørðs.

Hoyr samrøðu, sum Marjun Dalsgaard gjørdi við Jóannes Eidesgaard í útvarpstíðindunum um valúrslitið:

 

27032026_Joannes

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112