Sjúrður og Anna hitta Mette í næstu viku

Sjúrður og Anna hitta Mette í næstu viku
Í dag fer Mette Frederiksen at hitta sjey flokkar í royndini at skipa stjórn eftir fólkatingsvalið
Sjúrður Skaale og Anna Falkenberg vóru afturvald á fólkatingsvalinum týsdagin.
 
27.03.2026 - 08:33

Fólkatingslimirnir úr Føroyum og Grønlandi hava fingið fundarboð frá Mette Frederiksen, virkandi forsætisráðharra.

Hon ætlar at hitta tey í næstu viku.

Kongur bað Mette Frederiksen vera samráðingarleiðara, nú samgonga skal skipast eftir fólkatigsvalið týsdagin.

Samráðingarnar byrja í dag, og halda fram í næstu viku.

Í dag hava SF, Eindarlistin, Tey radikalu, Alternativið, Moderatarnir, Vinstri og Tey konservativu fingið fundarboð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112