Ber ikki til at senda post til nógv lond

Ber ikki til at senda post til nógv lond
Harumframt kunnu seinkingar vera á sendingum til ávís lond í Asia og Afrika umframt Avstralia og Nýsæland, sigur Posta
Støðan í Miðeystri ávirkar postflutningin.
Mynd: Bárður Lydersen  
 
11.03.2026 - 10:20

Vegna støðuna í Miðeystri ber í løtuni ikki til at senda post til nógv lond.

Tey eru Bangladesh, Fílabeinsstrondin og Mozambique.

Men væntandi ber tó til at senda post til hesi trý londini skjótt aftur, sigur Posta.

Postur kann ikki sendast til Algeria, Afganistan, Bahrain, Eritrea, Haiti, Irak, Iran, Ísrael, Jordan, Katar, Kuvait, Libanon, Oman, Sameindu emirríkini, Sýria, Tunesia og Jemen.

Harumframt kunnu seinkingar vera á sendingum til ávís lond í Asia og Afrika umframt Avstralia og Nýsæland.

Tað er óvist, hvussu leingi hetta heldur fram.

Kunnað verður, tá støðan broytist, sigur Posta. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. apríl
Eitt korter við
207150
Hósdag 16. apríl
Góðan morgun Føroyar
207128
Hósdag 16. apríl
Morgunlestur hósdagur 16.apríl 2026
207023
Mikudag 15. apríl
Mono 150426 - 3. sending
207104
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. apríl
Úr byggisøguni (1:3)
76206
Mikudag 15. apríl
Á brúnni í 38 ár - teknmálstulkað
207100
Mikudag 15. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207094
Týsdag 14. apríl
Veðrið
207060
Týsdag 14. apríl
Føroyar - Grikkaland, seinni dystur
207066