Fólkaflokkurin: Valdið til fólkið

bannari
Fólkaflokkurin: Valdið til fólkið
Fólkaflokkurin legði valskránna til løgtingsvalið fram í dag
Beinir Johannesen, floksformaður, legði valskránna hjá Fólkaflokkinum fram seinnapartin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
10.03.2026 - 18:02

"Valdið til fólkið," er slagorðið hjá Fólkaflokkinum í valskránni til løgtingsvalið 26. mars. 

Tíðindafundurin hjá Fólkaflokkinum var hildin í gomlu redaktiónshølunum hjá Sosialinum í Vágsbotni. Lagnunnar speisemi lá í luftini inni í hugnaligu hølunum, har øll tekin um fjórða statsvaldið vóru skift út við eyðkenda grøna litin hjá tí størsta borgarliga flokkinum. 

Fólkaflokkurin leggur valskránna hjá sær eftir føroysku familjuni við ítøkiligum valagni, so sum størri útgjald úr barsilsgrunninum og skattafrían barnakekk upp á 20.000 krónur, tá eitt barn kemur í verðina. 

Umfram slagorðið "Valdið til fólkið," so hevur Fólkaflokkurin eisini eitt slagorð, sum eitur "Pengarnar niður á gólvið." Og pengarnir skulu takast úr toppinum í almennu skipanini.

Og har tað ber til, skulu almennar uppgávur bjóðast út til privatar fyritøkur at taka sær av.

Fólkaflokkurin vil eisini, at privatar fyritøkur sleppa framat at framleiða streym til egna nýtslu. 

Valskráin hjá Fólkaflokkinum tosar til ungu familjurnar, vinnulívið og tíðarandan. Hon hevur okkurt til flestu føroysku veljararnar - í flestu flokkum. Men Beinir Johannesen, floksformaður, vil ikki vera við, at flokkurin fiskar í miðjuni á føroyska veljarahavinum. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum og samrøðu við Beinir Johannesen, floksformann: 

 

10032026_Folkaflkkurin

 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. apríl
Nýtt ljóð
207161
Hósdag 16. apríl
Eitt korter við
207150
Hósdag 16. apríl
Góðan morgun Føroyar
207128
Hósdag 16. apríl
Morgunlestur hósdagur 16.apríl 2026
207023
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. apríl
Úr byggisøguni (1:3)
76206
Mikudag 15. apríl
Á brúnni í 38 ár - teknmálstulkað
207100
Mikudag 15. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207094
Týsdag 14. apríl
Veðrið
207060
Týsdag 14. apríl
Føroyar - Grikkaland, seinni dystur
207066