Ísrael lopið á Iran

Ísrael lopið á Iran
Amerikanski forsetin, Donald Trump sigur, at Ísrael við amerikanskari hjálp í morgun leyp á Iran fyri at steðga ætlanunum hjá Iran at framleiða kjarnorkuvápn
Bumubrestir í Teheran
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
28.02.2026 - 09:25

Í morgun leyp Ísrael á Iran við amerikanskari hjálp.

Í einum video-brotið á sosiala miðlinum Truth Social boðaði Donald Trump, amerikanskur forseti, frá álopunum, sum hann kallar eitt "umfatandi hernaðarligt átak". Hann sigur álopið vera fyribyrgjandi, tí endamálið er at steðga Iran í at menna kjarnorkuvápn.

Donald Trump sigur eisini, at ætlanin er eisini at oyða iranska flotan og eggjar samstundis iranum til uppreistur. 

Iranskir miðlar siga, at bumubrestir hava verið at hoyrt í fleiri býum, millum annað høvuðsstaðnum Teheran, Quom, Karaj, Kermanshah og Tabriz.

Samráðingar hava annars verið millum USA og Iran um kjaranorkuætlanirnar hjá Iran, men tær bóru ikki á mál.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458
Mánadag 8. juni
RagnarRokk: Baz Nicholls um Destructor
209095
Mánadag 8. juni
Morgunlestur mánadagur 8.juni 2026
209280