Rávøran er her, so hví ikki brúka hana?

Rávøran er her, so hví ikki brúka hana?
Hetta er ein av grundgevingunum Rebekka á Fjallinum gevur, tá hon verður spurd, hví tey stovnaðu familjufyritøkunua Spinnaríið við Ánna í Skopun
 
17.02.2026 - 09:24

Tey hava úr at gera við Ánna í Skopun henda fyrrapartin, tá morgunsendingin er á vitjan. 

Vit eru ikki tey einastu vitjandi, tí tríggjar útlendskar kvinnur við góðum royndum í mikrospinning, sum hava verið á ullaráðstevnu dagin fyri, eru komnar ein túr undir fjørðin at vitja Spinnaríið við Ánna, og starvsfólkini, sum arbeiða í framleiðsluni sita og fáa sær ein drekkamunn, meðan tær bíða eftir at sleppa til arbeiðis.

Rebekka á Fjallinum og pápi hennara Jacob Martin Debes deila tó uppgávurnar við øllum gestunum, sum brádliga eru í húsinum, so tað tekur ikki langa tíð, áðrenn tey hava tíð til at seta seg til eitt prát í miðhæddini, meðan framleiðslan fer í gongd í kjallaranum.

Spinnaríið við Ánna er eitt mikrospinnarí, sum varð stovnað fyri tveimum árum síðan, við teirri grundgeving, at 'rávøran er har, so hví ikki brúka hana'?

1795281

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. mars
Mono 11 mars 2026
205486
Mikudag 11. mars
Fyrsta val 11. mars 2026
205479
Mikudag 11. mars
Orðaval #33: Ljóðsvinn
205476
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363