47 ára gamal maður dømdur fyri hóttanir

47 ára gamal maður dømdur fyri hóttanir
15 ákærur vóru móti 47 ára gamla manninum, og 11 fólk eru nevnd í ákæruritinum
Hetta er fyrsti dómur í Føroya rætti um sálarligan harðskap.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen (Savnsmynd)  
 
17.02.2026 - 19:43

Ein 47 ára gamal maður er í Føroya rætti dømdur hálvt-annað-ára fongsul fyri hóttanir.

Hetta er fyrsti dómur í Føroya rætti um sálarligan harðskap.

15 ákærur vóru móti 47 ára gamla manninum, og 11 fólk eru nevnd í ákæruritinum.

Tað, sum maðurin er ákærdur fyri, skal vera hent í fjør, tað mesta eina nátt.

Talan er um harðskap, bæði likamligan og sálarligan, hóttanir og roynd at noyða pengar av fólki.

Sambært ákæruritinum, eru millum annað hóttanir móti unnustu hansara. 

Hóttanirnar vóru so ógvisligar, at tær fingu hana at stúra fyri lívi og heilsu.

Tað sama gjørdu onnur, sum hann hótti.

Maðurin noktaði seg sekan í øllum ákærunum.

Maðurin hevur kært dómin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. mars
Mono 11 mars 2026
205486
Mikudag 11. mars
Fyrsta val 11. mars 2026
205479
Mikudag 11. mars
Orðaval #33: Ljóðsvinn
205476
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313