FA Cup: Géza Dávid Turi bleiv dagsins spælari

FA Cup: Géza Dávid Turi bleiv dagsins spælari
Grimsby Town og Géza Dávid Turi taptu í gjár 1-0 móti Wolverhampton í 4. umfari í FA Cup. Føroyski miðvallarin bleiv kosin til dagsins spælara
Géza Dávid Turi spældi væl á miðjuni í FA Cup-dystinum móti Wolverhampton
Mynd: Grimsby Town  
 
16.02.2026 - 13:50

Steypafótbólturin er av á hesum sinni fyri Grimsby Town og Géza Dávid Turi. Í runudíkinum á Blundell Park í Grimsby taptu Géza Dávid Turi og liðfelagirnir 1-0 fyri Premier League-felagnum Wolverhampton í 4. umfari í ensku steypakappingini FA Cup.

Undirlagið á Blundell Park var vánaligt og tað ávirkaði spælið nógv, at tað bleiv spælt á einum runudíki. Grimsby Town, sum spælir í fjórðbestu deildini í Onglandi, stóð lítið aftanfyri Wolverhampton, men tað eydnaðist ongantíð Géza Dávid Turi og hansara monnum at hótta málið.


Géza Dávid Turi fær handa prógv fyri, at hann bleiv valdur til dagsins spælara

 

Eftir dystin bleiv føroyski landsliðsmiðvallarin valdur til besta spælaran á heimaliðnum. Hann hevur vunnið sær fast pláss á miðvøllinum og spældi allan dystin. Fyrr í ár var Géza Dávid Turi innskiftur, tá Grimsby Town vann á Manchester United í Liga Cup-kappingini. Teir taptu síðani fyri Brentford.

Sostatt er steypafótbólturin av á hesum sinni fyri Grimsby Town. Felagið liggur á 10. plássi í League Two. Bara tvey stig eru upp til nummar sjey, ið sleppur at spæla um at flyta upp.


Undirlagið á Blundell Park var vánaligt og tað ávirkaði spælið nógv
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. mars
Upp á tá - 060326
205288
Leygardag 7. mars
Jambalaja - 070326
205287
Leygardag 7. mars
Morgunlestur leygardagur 7.mars 2026
204721
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205272
Fríggjadag 6. mars
FMA 2026
205269
Fríggjadag 6. mars
Veðrið
205248
Fríggjadag 6. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205229
Hósdag 5. mars
Sophilia: 15 ár
205189