146 km/t í Norðoyatunlinum

146 km/t í Norðoyatunlinum
Ein bilførari missir helst koyrikortið treytaleyst, tí hann var máldur at koyra 146 km/t í Norðoyartunlinum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen (savnsmynd)  
 
14.02.2026 - 09:28

Ein bilførari missir helst koyrikortið treytaleyst, tí hann var máldur at koyra 146 km/t í Norðoyartunlinum fyrrapartin í gjár.

Lógin sigur, at verður koyrt 50 km/t skjótari enn mest loyvda ferð, so er vandi fyri at missa koyrikortið treytaleyst.

Náttin hevur sum heild verið friðarlig, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.

Kortini er ein maður skuldsettur fyri brot á skilhaldsreglurnar og ein annar maður skuldsettur fyri ikki at upplýsa navn sítt, tá løgreglan spurdi, hvør hann var. 

Hesin endaði í brummuni.

Tað hevur verið kalt í veðrinum og løgreglan hevur koyrt trý full fólk til hús.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. mars
Mono 11 mars 2026
205486
Mikudag 11. mars
Fyrsta val 11. mars 2026
205479
Mikudag 11. mars
Orðaval #33: Ljóðsvinn
205476
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363