Nations League: Fleiri túrar eystureftir

Nations League: Fleiri túrar eystureftir
Føroyska manslandsliðið í fótbólti kom í bólk saman við Kasakstan Slovakia og Moldova í Nations League-kappingini, sum verður spæld í heyst
Føroyar hava skorað ímóti Gibraltar í fjør. Neyvan ferðast so nógv viðhaldsfólk til Kasakstan ella Moldova
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF  
 
12.02.2026 - 19:35

Føroyar skulu spæla ímóti Kasakstan, Slovakia og Moldova í Nations  League-kappigini, sum verður spæld í heyst.

Tað er greitt eftir lutakastið í Brússel seinnapartin, har Føroyar vóru í triðbesta styrkisbólki í deild C.

Talan var ikki um dreymalutakast fyri føroysku menninar. Ferðin til Kasakstan er millum tær longstu, og Slovakia var millum tey bestu londini í næsthægsta styrkisbólki.

Moldova og Føroyar hava spælt  fýra dystir sínamillum síðstu árini, sum allir hava verið rættiliga javnir. 

Teir fyrstu fýra dystirnir verða spældir í landsliðssteðgi í september/oktober, og tveir teir síðstu verða spældir í november.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. mars
Mono 11 mars 2026
205486
Mikudag 11. mars
Fyrsta val 11. mars 2026
205479
Mikudag 11. mars
Orðaval #33: Ljóðsvinn
205476
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363