Hundar sleppa ikki heim

Hundar sleppa ikki heim
Tað ber ikki til at hava hund heim við sær við Norrønu úr Hirtshals um veturin
Hundalív ikki at sleppa heim.
 
08.02.2026 - 16:04

Tað ber ikki til at hava hund heim við sær við Norrønu úr Hirtshals um veturin.

Tað sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan og vísir til kunngerð.

Og tað sigur Føroya kærustovnur nú eisini.

Hann hevur staðfest eina avgerð hjá Heilsufrøðiligu starvsstovu, sum noktaði fólki at hava hund við aftur til Føroya úr Hirtshals.

Sunnudagur kann ikki vera ferðadagur. Norrøna fer úr Hirtshals sunnudagar um veturin. 

Tí Heilsufrøðiliga Starvsstovan skal hava heilsuváttan tveir yrkadagar fyri fráferð. 

Og leygardagur telur ikki sum yrkadagur.

Fráferðir kunnu tí bara vera hósdag, fríggjadag og leygardag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. mars
Mono 11 mars 2026
205486
Mikudag 11. mars
Fyrsta val 11. mars 2026
205479
Mikudag 11. mars
Orðaval #33: Ljóðsvinn
205476
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363