- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landaðu 600.000 tons fyri góðar 4,6 milliardir í fjør
Landaðu 600.000 tons fyri góðar 4,6 milliardir í fjør
Hóast minni var landað í fjør enn árið fyri, vaks landingarvirðið 600 millónir

Landingarvirðið á toski í fjør var tvífalt so stórt sum í fyrrárið.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
02.02.2026 - 08:38
Í fjør landaðu skip og bátar góð 600.000 tons fyri góðar 4,6 milliardir krónur, skrivar Hagstovan.
Nøgdin minkaði eitt vet, tí í 2024 vóru landað góð 640.000 tons.
Keldur til landingarnar eru landingarseðlar, sum er latnir Vørn.
Hóast minni var landað í fjør enn í fyrraárið, vaks virðið úr umleið fýra milliardum í 2024 upp í góðar 4,6 mlliardir í fjør.
Landingarvirðið á toski vaks serliga nógv. Tað var tvífalt so stórt í fjør sum í fyrraárið, og vaks úr 210 milliónum upp í góðar 420 milliónir kr.
Uppsjóvarfiskur - makrel, sild og svartkjaftur - telja eina góða helvt av landingarvirðinum í fjør, skrivar Hagstovan.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























