Jóannes Bjartalíð skal spæla yrkisfótbólt í Kasakstan

Jóannes Bjartalíð skal spæla yrkisfótbólt í Kasakstan
Nýggi fótbóltsbústaðurin hjá 29 ára gamla Jóannes Bjartalíð verður hjá felagnum FC Qyzyljar í Kasakstan. Harvið verður Jóannes fyrsti føroyingur í kasakstanksum fótbólti
Mynd: FC Qyzyljar á Facebook  
 
02.02.2026 - 13:15

Í eina tíð hevur tað verið greitt, at føroyski landsliðsleikarin Jóannes Bjartalíð ikki fór at halda fram í norska felagnum Fredrikstad, haðar hann flutti til úr KÍ í 2023, tá Mikkjal Thomassen bleiv venjari í felagnum. 

Síðani hevur nógv verið gitt, hvar leiðin hjá Bjartalíð nú gekk. 

Í dag er sáttmáli kunngjørdur millum Jóannes Bjartalíð og FC Qyzyljar (úttalast Kyzylzhar) úr Kasakstan - av øllum støðum. 

Harvið verður landsliðsmiðvallarin fyrsti føroyingur, sum skal royna seg í Kasakstan. 

Nýggja felagið hjá Jóannes Bjartalíð spælir í bestu deildini í Kasakstan, sum byrjar í mars. 

Í fjør endaði FC Qyzyljar á 9. plássi í deildini - hon hevur 14 lið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. mars
Mono 11 mars 2026
205486
Mikudag 11. mars
Fyrsta val 11. mars 2026
205479
Mikudag 11. mars
Orðaval #33: Ljóðsvinn
205476
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363