Føroyskir veteranar mótmæla

Føroyskir veteranar mótmæla
Fleiri túsund danskir krígsveteranar mótmæla við amerikansku sendistovuna í Keypmannahavn og í Nuuk, eisini føroyskir veteranar
Danskir, grønlendskir og føroyskir krígsveteranar eru við í mótmælisgonguni
Mynd: Delmar Tórason  
 
31.01.2026 - 12:33

Eisini føroyskir krígsveteranar kenna seg raktar av forhánsligu viðmerkingnum hjá amerikanska forsetanum, Donaldi Trump, um at teir hildu seg aftur á hermótinum í Afghanistan. Tí mótmæla teir í dag saman við donskum veteranum við amerikansku sendistovuna í Keypmannahavn.

Eisini í Nuuk verður mótmælisgonga frammanfyri amerikansku sendistovuni og har eru føroyskir veteranar eisini við.

Bæði í Keypmannahavn og í Nuuk byrjaðu mótmælisgongurnar klokkan 13 lokala tíð.

Í Keypmannahavn ganga tey frá kastellinum, og sum nevnt eru føroyskir veteranar eisini við.

Delmar Tórason er ein av vetaranunum, sum er í mótmælisgonguni í Keypmannahavn. Hann sigur, at fleiri av veteranunum og avvarðandi hava fingið ilt av útsøgnunum hjá amerikanska forsetannum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. mars
Mono 11 mars 2026
205486
Mikudag 11. mars
Fyrsta val 11. mars 2026
205479
Mikudag 11. mars
Orðaval #33: Ljóðsvinn
205476
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313