Neytabøndur kunnu taka starvsvenjingina í Føroyum

Neytabøndur kunnu taka starvsvenjingina í Føroyum
Varmakeldurgarður í Gøtudali er fyrsti garður í Føroyum, sum er góðkendur sum lærumeistari, og fyrstu lærlingarnir eru byrjaðir.
Higartil hevur verið neyðugt hjá føroyingum at fara uttanlands bæði at lesa og í starvsvenjing fyri at gerast neytabóndi. Nú kann starvsvenjingin vera í Føroyum. (Savnsmynd)
 
29.01.2026 - 13:12

Nú ber til at taka starvsvenjingina í Føroyum, um tú skalt útbúgva teg til neytabónda uttanlands. Og tað er nýtt.

Varmakeldurgarður í Gøtudali er fyrsti garður í Føroyum, sum er góðkendur sum lærumeistari, og fyrstu lærlingarnir eru byrjaðir. 

Tað tekur vanliga fýra ár at lesa til yrkisbónda við sergrein í húsdjórahaldi - tað, sum svarar til at gerast neytabóndi.

 


Tróndur G. Leivsson er stjóri á Búnaðarstovuni. 

 

Higartil hevur verið neyðugt hjá føroyingum at fara uttanlands bæði at lesa og í starvsvenjing fyri at gerast neytabóndi. 

Tróndur G. Leivsson, stjóri á Búnaðarstovuni, fegnast um, at tað nú ber til at fáa starvsvenjingina í Føroyum.

Yrkisdepilin hevur góðkent Varmakeldugarðin sum lærumeistara. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

29012026_Neytabondi

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. mars
Mono 11 mars 2026
205486
Mikudag 11. mars
Fyrsta val 11. mars 2026
205479
Mikudag 11. mars
Orðaval #33: Ljóðsvinn
205476
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313