Alibrúk skulu liggja still í tríggjar mánaðir

Alibrúk skulu liggja still í tríggjar mánaðir
Tá ILA-sjúkan var staðfest upprunaliga, skuldu alibrúk liggja stil í eitt hálvt ár, men nú verður tíðin stytt niður í helvt
Fyrsta kunngerðin um at berja niður ILA-sjúku kom í 2001, og síðani er kunngerðir komnar nakrar ferðir eftir tað. (Savnsmynd)
 
29.01.2026 - 09:48

Tíðin, sum alibrúk skal liggja stilt - ella brakk - eftir at ILA er staðfest, skal styttast úr seks mánaðum niður í tríggjar mánaðir.

Tað stendur í uppskoti um kunngerð, ið er sent til hoyringar.

Fyrsta kunngerðin um at berja niður ILA-sjúku kom í 2001, og síðani er kunngerðir komnar nakrar ferðir eftir tað.

 


Birna Mørkøre, landsdjóralækni. 

 

Tann nýggjasta er frá 2005.

Í fyrstani var kravið, at alibrúk skuldi liggja stilt - ella brakk - í hálvt ár, eftir at ILA var staðfest. Men nú verður mett, at tað ikki er neyðugt, at slík alibrúk liggja still longur enn tríggjar mánaðir.

Tað er ikki neyðugt, at slík alibrúk liggja still longur enn tað, sigur Birna Mørkøre, landsdjóralækni.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

29012026_ILA

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. mars
Mono 11 mars 2026
205486
Mikudag 11. mars
Fyrsta val 11. mars 2026
205479
Mikudag 11. mars
Orðaval #33: Ljóðsvinn
205476
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363