Føroysk handilsskip skulu gerast kappingarførari

Føroysk handilsskip skulu gerast kappingarførari
Fíggjarmálaráðið skjýtur upp at broyta ásetingina um time-charter í tonsaskattalógini
Landsstýrið vil hjálpa føroyskum reiðaríum, sum hava handilsskip, at gerast kappingarførari. (Savnsmynd)
 
27.01.2026 - 07:53

Landsstýrið vil hjálpa føroyskum reiðaríum, sum hava handilsskip, at gerast kappingarførari.

Tað verður gjørt við at broyta ásetingina um time-charter, skipsleigu ávíst tíðarskeið, í tonsaskattalógini.

Reiðarafelagið fyri handilsskip hevur gjørt vart við, at ein avmarking í tonsaskattalógini um time-charter avmarkar part av vanliga virkseminum hjá føroyskum reiðaríum. 

Felagið hevur tí heitt á landsstýrisfólkið um at tillaga lógina og rætta skeivleikan, sum verandi orðing hevur við sær, so føroysk reiðarí gerast kappingarførari.

Og tað ger landsstýrisfólkið við at skjóta upp at hækka markið í avmarkingini úr tveimum upp í 18 mánaðir.

Samstundis verður time-charter ásetingin avmarkað til skip, sum vera strategiskt og handilsliga rikin úr Føroyum.

Hetta verður gjørt fyri ikki at leggja umsitingarligar byrðar á TAKS í sambandi við útlendsk reiðarí, sigur Fíggjarmálaráðið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. mars
Mono 11 mars 2026
205486
Mikudag 11. mars
Fyrsta val 11. mars 2026
205479
Mikudag 11. mars
Orðaval #33: Ljóðsvinn
205476
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313