Sjey filmar kappast um Geytan

Sjey filmar kappast um Geytan
18 filmar komu inn til kappingina hesa ferð. Geytin verður mikukvøldið 28. februar í Norðurlandahúsinum
Geyta-virðislønirnar verða handaðar í Norðurlandahúsinum 28. februar.
 
26.01.2026 - 15:04

Nú er greitt, hvørjir stuttfilmar sleppa at kappast um ársins Geyta.

Sjey filmar eru við í kappingini í ár:

Thomas Koba við filminum “Áin”

Rakul Ró Steintórsdóttir og Niels Jóhan Sigurðsson við filminum “Hendir her”

Maria Tórgarð við filminum “Mammuskepilsið”

Anna Joensen-Næs við filminum "Sansa".

Eir í Ólavsstovu við filminum, “Tað er ikki synd í mær”

RAMMATIK (við Rannvá Káradóttir og Mariannu Mørkøre) við filminum, “TREGI” 

og

Maria Winther Olsen við filminum, “Vælkomin heim”

 

18 filmar 

Tilsamans komu 18 filmar inn.

Luttakararnir skulu kappast um Geyta-virðislønina upp á 40.000 kr, sum Runavíkar kommuna letur, og Áskoðaravirðislønina, sum eisini er 40.000 kr, og sum Tórshavnar kommuna letur.

Geytin verður mikukvøldið 28. februar í Norðurlandahúsinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. mars
Upp á tá - 060326
205288
Leygardag 7. mars
Jambalaja - 070326
205287
Leygardag 7. mars
Morgunlestur leygardagur 7.mars 2026
204721
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205272
Fríggjadag 6. mars
FMA 2026
205269
Fríggjadag 6. mars
Veðrið
205248
Fríggjadag 6. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205229
Hósdag 5. mars
Sophilia: 15 ár
205189