Samráðast nú um lønartalvu

Samráðast nú um lønartalvu
Fakfeløg á almenna arbeiðsmarknaðinum og arbeiðsgevararnir hittast aftur mikudagin
Almennu fakfeløgini og arbeiðsgevararnir samráðast nú um lønartalvu.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
26.01.2026 - 09:49

Samráðingar vera mikudagin millum 12 fakfeløg á almenna arbeiðsmarknaðinum, Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum og Kommunala arbeiðsgevarafelagið.

Ein serfrøðingabólkur gjørdi grundarlagið undir samráðingunum um lønarkarmin.

- Partarnir sita nú og arbeiða við orðingum til uppskot um lønaravtalu, sigur Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, í stuttari viðmerking við útvarpið.

Jan Sjóstein, stjóri á lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum, váttar, at samráðingar eru.

Hvørki Súni Selfoss ella Jan Sjóstein hava aðra viðmerking, meðan samráðast verður. 

 

Sjey fólk úr hvørjum parti

Sjey fólk úr hvørjum parti frá arbeiðsgevarunum og frá teimum 12 fakfeløgunum vera við á fundinum mikudagin.

Tey 12 fakfeløgini eru Starvsfelagið, Akademikarafelagið, Búskapar- og løgfrøðingafelagið, Yrkisfelagið, Kost- og føðslufelagið, Farmakonomfelagið, Yngri læknar, Ljósmøðrafelagið, Fysioterapeutfelagið, Pharmadanmark, Heilsurøktarafelagið og Føroya tekniska lærarafelag.

Lønardeildin hevur sáttmálar við 30 fakfeløg.

Kommunala arbeiðsgevarafelagið hevur sáttmála við 16 fakfeløg, men tey eru ikki øll á almenna arbeiðsmarknaðinum. Nøkur eru á privata arbeiðsmarknaðinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558